Hollin.fo

Stórsigur til Neistan

Stórsigur til Neistan

01 Nov 09 21:01

H71 fekk ikki fótin fyri seg, tá teir í dag spældu oddadyst móti Neistanum.

Frá byrjan var tað nevnliga Neistin, sum setti dagsskránna.
Heimaliðið hevði kanska leingi hug at dúva dekan ov nógv upp á einstaklingarnar í álopinum, men hampuliga skjótt funnu teir tó rætta stevið í verjuni. Ikki minst tí Ári Dam eisini hevði ein fínan dag í málinum.
Tað bar við sær, at Neistin vann sær eina hampuliga leiðslu, og tá hoyvíkingarnir so byrjaðu at forcera spælið, skrædnaði av álvara.
Besti málskjúttin hjá Neistanum var hesa ferð David Edvardsen við 10 málum. Dánjal Tórgarð og Poul Kjartan Dam skutu 6 mál hvør fyri hoyvíkingar.

Neistin-H71 33-23 (14-10)