Hollin.fo

StÍF aftur á slóðina

StÍF aftur á slóðina

01 Nov 09 21:04

Við sigri á Kyndli eru strandingar aftur á finalukósini.

Talan var annars leingi um ein sera tættan dyst á Skála, men seinastu løtuna undan steðginum snávaði Kyndil av álvara.
Strandingar skutu hesa løtuna fýra mál á rað. Og tá teir byrjaðu fyrra hálvleik við somu øði, fekk Kyndil ongan tíð aftur fatur á dystinum.
Fyri strandingar skeyt Cristian Preda 7 mál, meðan Josef Abrahamsen var besti málskjútti hjá Kyndli. Hann skeyt 9 mál.

StÍF-Kyndil 29-24 (15-14)