Hollin.fo

Reglugerð

§1: Venjing má bert fara fram í sjálvari ítróttarhøllini. Í forhøll, skiftingarrúmunum og gangum er bóltspæl og onnur venjing bannað.

§2: Leigarin rindar ta leigu, sum starvsnevndin til eina og hvørja tíð ásetur

§3: Høllin verður leigað út við vanligum hita og tí fasta ljósinum. Til at seta upp eyka ljós, krevst loyvi frá hallarvørðinum.

§4: Reingerð er íroknað ásetta gjaldinum fyri venjingartímar. At pappír o.t. inni í høllini og uttanum lendið verður koyrt burtur, hevur leigarin sjálvur umsorgan fyri.

Við konsertir, fundir stevnur o.t. er reingerð ikki íroknað leiguna. Verður neyðugt at verja gólvið, ber leigarin útreiðslurnar av at leggja verjuna á og taka hana av aftur.

§5: Leigarin skipar sjálvur fyri fólki til sølu av atgongumerkjum og hevur eftirlit við klædnagoymslu og øðrum. Er neyðugt við politi-, bruna-, nátta-, ella aðrari vakt syrgir leigarin sjálvur fyri, at slík vakt kemur, og ber útreiðslurnar, ið standast av hesum, sí grein 10.

§6: Fyri leigu av høllini til fastar venjingar v.m. verður leigað at gjalda hvønn mánað. Fyri leysar tímar verður goldið kontant.

§7: Til dystir mugu bert atgongumerki hjá Ítróttarhøllini nýtast, hesi fáast frá hallarvørðinum. Atgongumerki, ið leypa av, skulu beinanvegin latast av atgongumerkjagjaldinum, verður hetta samstundis avroknað til hallarvørðin.

§8: Venjingar víkja fyri øðrum tiltøkum. Ásettar venjingar skulu haldast.

§9: Um so er, at óvantaðar hendingar koma at forða fyri, at avtalað nýtsla av høllini kann fara fram, frítekur hetta høllina til eina og hvørja ábyrgd mótvegis leigaranum.

§10: Við leigu av høllini til venjingar ella onnur tiltøk skal upplýsast fyri hallarvørðinum nøvnini á teimum, ið hava samábyrgd mótvegis høllini.

§11: Neyðugu manningina til uppsetan og burturbeinan av stólum borðum o.s.fr. útvegar eftir leiðbeiningum frá hallarvørðinum.

§12: Til pappír o.t. burturkast eru uppsett íløt, ið skulu nýtast. Tað er ikki loyvt at hava glasfløskur, gløs, pylsur o.t. við inn í høllina og skiftingarrúmini.

§13: Tað er ikki loyvt, meðan dystir eru, ella gestir annars eru til staðar, at uppihalda seg í forhøll í venjingarbúna. Taskur og yvirklæði mugu ikki sløðast í rúminum.

§14: Fyri pengar, klæðir ella virðislutir annars átekur høllin sær onga ábyrgd. Ørindaleys hava onga atgongd til skiftingarrúmini

§15:Undir venjing má ikki stígast á gólvið í venjingarhøllini í fótbúna, ið nýttur hevur verið uttan fyri høllina. Somuleiðis er tað bannað at nýta venjingarfótbúnað við ribbum, knøttum ella fótbúna, ið hevur síla av svørtum syntetiskum gummi, ella slíkum ið setur merkir í gólvið.

§16: Royking er bannað í skiftingarrúminum og ítróttarhøllini, tá venjingar og kappingar fara fram. Í sambandi við onnur tiltøk kann royking verða loyvd, um loyvi fæst frá hallarvørðinum. Tá royking verður loyvd, skulu øskubikar, sum upp eru sett, verða nýtt.

§17: Rúsandi evni mugu ikki nýtast, ei heldur finnast í høllini. Fólk, ið rúsaði er, verða noktað atgongd. Í sambandi við serlig tiltøk, kann hetta tó verða loyvt um loyvi fæst frá hallarvørðinum. Umjónin kann krevja, at tá serlig tiltøk eru, skal ljós vera í høllini. §18 Leigarin hevur ábyrgd fyri at ítróttarfólk og leiðarar halda tær ásettu reglurnar.

§19: Reklama er ikki loyvd uttan so, at starvsnevndin frammanundan skrivaliga hevuer játtað hetta, undantikið er tó leikbúnar.

§20: Allir leigarar, tað veri seg feløg við limum ella teirra áskoðarar, skulu til eina og hvørja tíð rætta seg eftir ávísingum frá hallarvørðinum (ella møguligum hjálparmanni hansara). Verða ávísingarnar ikki fylgdar, hevur leiðslan fyri høllini rætt til, uttan ávaring at nokta einstaklingum eins væl og feløgum atgongd til høllina.

(Framhald á s. 20)

(framhald frá s. 16)

§21: Máling í sambandi við framsýningar er strangliga bannað.

§22: Einki má vera hongt upp ella sett fast í høllini uttan loyvi er fingið frá hallarvørðinum í hvørjum einstøkum føri.

§23: Ikki er loyvt at hava djór við inn í høllina

§24: Ikki er loyvt at nýta høllina í stríð við heilidagslógina, og ikki er loyvt at skipa fyri tiltøkum undir kirkjutíð. Høllin er stongd nýggjársdag, langafríggjadag, 1. páskadag. 1. hvítisunnudag og 1. jóladag. Jólaaftan og nýggjársaftan er stongt frá kl. 12

§25: Leigarin er endurgjaldsskyldugur fyri tað, ið av hansara ávum misferst í ella uttan um høllina eins og fyri skaða, ið hendir í leigutíðini

§26: Teir áskoðarar ella spælarar ella spælarar, sum ikki fylgja hesi reglugerð ella á annan hátt gera seg inn á høllina, verða útvístir.

§27: Hesar reglur galdandi til starvsnevndin ásetur annað. Tórshavn á Mortansmessu 1988

Starvsnevndin: Leif Waagstein, Poul Michelsen, Jóannes Dalsgarð.