Hollin.fo

Neistin er nógv best

Mansliðið hjá Neistanum hevur verið fullkomiliga einaráðandi í hesum kappingarárinum. Í kvøld fingu neistamenninir gullkrónurnar afturfyri.

Eftir ellivu mála sigur í fyrstu finaluni, sum var í Kollafirði, var Neistin stórfavorittur undan dystinum í kvøld, og neistamenninir livdu væl og virðiliga upp til tað, sum roknað var við.
Stóra viðhaldsfjøldin hjá teimum bláu, sum hevði verið á væl eydnaðari ferð í Klaksvík, kundi beinanvegin staðfesta, at her var einki at rafla um.
Teir bláu fóru beinanvegin fimm mál framum KÍF, og so runnu kollfirðingar bara aftaná.
Eftir 17-10 leiðslu vann Neistin 30-25.
Neistin hevur fyrr í ár vunnið steypakappingina, og hetta er annað árið á rað, at Neista menninir hava vunnið greipuna.
Harvið hevur Neistin tryggjað sær minnisríka 80 ára føðingardagsgávu, og tað er møguleiki fyri, at gávan kann gerast uppaftur trivaligari. Tað fæst at síggja, tá ið Neista kvinnurnar páskaaftan fara at spæla triðju og avgerandi FM finaluna í Klaksvík.


Neistin-KÍF 30-25 (17-10)
Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen
Neistin: Heini Hanusarson 10, David Edvardsen 7, Finnur Hansson 5, Jugoslav Djumic 3, Teitur Magnusson 1, Áki Mørk 1,
Ingi Olsen 1,Heini Ragnarsson 1, Sjúrður Thomassen 1
KÍF: Rógvi Weyhe 6, Agnar Joensen 4, Gert Hansen 3, Ási Dam 2, Rúni Joensen 2,
Niklas Reginsson 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Tony Weyhe 2, Andrias Nielsen 1, Jákup Trygvason 1