Hollin.fo

KÍF koppaði oddaliðnum

08 Nov 09 18:44 Annan dystin á rað vann KÍF tvey stig. Hesa ferð við at basa Neistanum. Sigurin ber við sær, at KÍF nú er komið ájavnt VÍF, eftir at fyrstu umførini annars tóktust at isolera kollfirðingar í botninum av stigatalvuni. Í dga var tað Neistin, sum fyri tað mesta var á odda. Og tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at heimaliðið tók seg framum. Seinastu sjey minuttirnar vann KÍF soleiðis 6-1, og so kundu gestirnir bara iðra seg um tað, sum kundi verið. KÍF-Neistin 25-23 (10-12)